Ársaðalfundur 11. mars 2017

Oprettelsesdato: Feb 23, 2017 11:52:49 PM

Ársaðalfundur verður tann 11. mars 2017 kl 14.00 í hølum felagsins.

Skrá:

1) Val av orðstýrara.

2) Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.

3) Frágreiðing frá stýrinum.

4) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.

5) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.

6) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.

7) Val av stýrislimum og tiltakslimum.

8) Val av grannskoðarum.

9) Ymiskt.

Viðv. 5:

Stýrið leggur fram uppskot um at FVF fer uppí P/F Fakfelag sum eigur 50% av LÍV.

Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!

Møtið fjølment!