Tema dagur ljóð (og óljóð)

Oprettelsesdato: Oct 23, 2015 8:17:14 PM

Til allar verkfrøðingar.

Skipa verður fyri TEMA degi um ljóð (og óljóð) leygardagin 31. oktober. Hesuferð gongur leiðin til Gøtu har vit hoyra og hyggja at føroya stórsta ljóðføri umframt at fáa ein spennandi fyrilestur um ljóð og óljóð, serliga í rúmum og bygningum. Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til ella ringja til Arna Petersen (arnipetersen@gmail.com) á 223360 innan mikudagin 28. oktober.

Skrá:

13.00 Fráferð við bussi frá FVF húsinum

14.15 Koma til Gøtu kirkju

Spælt verður uppá orglið 

14.30 Fyrilestur um ljóð (og óljóð) Jóhannes Steingrund frá Steingrund Akustik  (www.steingrund.com)

Vit hyggja nærri at orglinum í Gøtu kirkju 

16.00 Ábit í Syðrugøtu. Um veðrið er gott ganga vit yvir.

17.00 Bussur fer úr Syðrugøtu

18.00 Aftur í FVF húsinum

Frá TEMA degnum um orku á Húsareyni 18.apríl tá Terji og Finn greiddu so væl frá.