Lógir Føroya Verkfrøðingafelag

I. partur: Aðalviðtøkur

II. partur: Valviðtøkur

III. partur: Limaskapsviðtøkur

IV. partur: Limagjaldsviðtøkur

V. partur: Uratkvøða

I. partur: Aðalviðtøkur

§ 1. Navn

1) Navn felagsins er Føroya Verkfrøðingafelag.

2) Navnið verður stytt til FVF.

3) Har afturat eru hesi nøvn skrásett:

a) Verkfrøðingafelag Føroya.

b) Føroyska Verkfrøðingafelagið.

c) Verkfrøðingafelagið.

d) Ingeniørfelagið.

§ 2. Endamál

Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi:

a) at virka fyri góðum starvsbrøðraligum viðurskiftum limanna millum.

b) at bøta um atstøðurnar, at halda viðlíka og økja um teknisku og mentanarligu

útbúgvingina hjá verkfrøðingastættini.

c) at taka sær av áhugamálum limanna, herundir lønar-, setanar-, og arbeiðsviðurskiftum

limanna.

Felagið er politiskt óheft.

§ 3. Limir

Limir kunnu gerast:

a) Allir civil-, diplom-, akademi- og teknikumverkfrøðingar búsitandi í Føroyum.

b) Føroyskir verkfrøðingar, búsitandi uttanlands.c) Persónar, sum við lesnaði ella í starvi sum verkfrøðingar hava nomið tilsvarandi

almenna og verkfrøðisliga útbúgving.

d) Persónar, ið ikki lúka frammanfyri ásettu treytir, kunnu verða bodnir at gerast limir,

sum tilskilað í limaskaparviðtøkunum.

e) Persónar við í minsta lagi eini Bachelor of Science, ella eini kandidat/Master of Science ella eini PhD innan tekniska økið

f) Persónur, ið á serstakliga virðismiklan hátt hevur verið verkfrøðingastættini til frama,

kann gerast heiðurslimur eftir III. parti, § 3.

Limur, sum fer av landinum, missir ikki limarættin.

Limaskaparspurningarnir eru nærri viðgjørdir í limaskaparviðtøkunum (III.partur).

g) Verkfrøðingur, ið orsaka av arbeiði er í øðrum fakfelag, kann gerast/varveita limaskapin í FVF. Limurin hevur ikki atkvøðurætt ella rætt til fakfelagshjálp frá felagnum, men limurin hevur rætt til sosialar og fakligar ágóðar, ið felagið bjóðar.

h) Verkfrøðingur, ið er búsitandi í Føroyum, arbeiðir uttanlands og er atknýttur útlendskum fakfelagi. Limurin hevur ikki atkvøðurætt ella rætt til fakfelagshjálp frá felagnum, men limurin hevur rætt til sosialar og fakligar ágóðar, ið felagið bjóðar.

§ 4. Lesandi

Persónar, ið lesa verkfrøði, kunnu vera í felagsskapinum eftir teimum reglum, ið nevndar eru í

I. parti, § 5, III. parti, § 1 og IV. parti, § 4.

§ 5. Atkvøðurættur og valbæri

1) Bert limir, búsitandi í Føroyum, eru valbærir og hava atkvøðurætt eftir teimum reglum, ið

lógfestar eru í valsamtyktunum.

2) Lesandi eru tó ikki valbærir til stýrið og hava ikki atkvøðurætt á aðalfundum.

§ 6. Ábyrgd limanna

Limirnir hava skyldu at virka fyri endamáli felagsins og fylgja teimum reglum, sum ásettar eru

í lógunum.

§ 7. Leiðsla

1) Hægsta vald felagsins er aðalfundurin, ið hildin verður á hvørjum ári í fyrsta ársfjórðingi.

Nevndin skal lýsa aðalfundin í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fundin. Hetta kann gerast í føroysku

miðlum, ella við beinleiðis fráboðan til limirnar.

2) Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur sambært I. partur, § 7, skt 1.

3) Dagligu leiðsluna hevur eitt fimmmannastýri, sum verður valt á aðalfundinum. Aðalfundurin

velur eisini tveir tiltakslimir og tveir grannskoðarar.

4) Val fer fram á hvørjum ári, og verða tá valdir aðruhvørja ferð tveir og tríggir stýrislimir, ein

tiltakslimur og ein grannskoðari.

5) Starvstíðin hjá stýrislimum, tiltakslimum og grannskoðarum er tvey ár.

6) Nývaldir taka við eftir aðalfundin.

7) Fundarskráin á vanligum aðalfundi er henda:

a) Val av orðstýrara.

b) Val av skrivara til aðalfundin.

c) Frágreiðing frá stýrinum.

d) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.e) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.

f) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum

g) Val av stýrislimum og tiltakslimum.

h) Val av grannskoðarum.

i) Val av nevnd at skipa fyri uratkvøðu.

j) Ymist.

8) Samandráttur av fundarfrásøgn skal verða tøk til limirnar á almennum stað í felagnum í

seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin.

§ 8. Stýrið

1) Stýrið skipar seg sjálvt á hvørjum ári á fyrsta stýrisfundi aftan á aðalfundin.

Tá ið valdir verða formaður, næstformaður, skrivari ogkassameistari, skulu allir fimm

stýrislimir vera á fundi.

2) Formaðurin kallar stýrið saman til fundar, tá ið hann heldur tað vera neyðugt, ella um tveir

ella fleiri stýrislimir ynskja tað.

Næstformaðurin tekur við starvi formansins, um hesum berst frá.

3) Skrivari og kassameistari kann verða sami persónur.

Aðalfundurin kann áseta, at samsýning kann latast til stýrið, ella til ávísan post í stýrinum, t.d.

formannin.

Stýrið hevur heimild at gjalda aðra neyðuga hjálp.

4) Stýrisfundur verður, um gjørligt, boðaður við fýra daga freist, og nevnd verða tey mál, ið

skulu viðgerast á stýrisfundinum.

5) Stýrið er viðtøkuført, tá ið tríggir stýrislimir eru til fundar, teirra millum formaðurin ella

næstformaðurin.

6) Tiltakslimur tekur við, um tað berst øðrum limi frá at møta til stýrisfund. Tá er hesin at rokna

sum stýrislimur, og telur við undir punkt 5) so fundurin er viðtøkuførur.

Um limur í stýrinum leggur frá sær í úrtíð, ella ikki møtur á fráboðanum stýrisfundi, so er tað

tann tiltakslimur, ið hevur sitið longst sum tiltakslimur, ið fyrst kemur inn í stýrið.

Um formaður, næstformaður, skrivari ella kassameistari leggur frá sær í úrtíð, skipar nevndin

seg av nýggjum sambart punkt 1), har tiltakslimur nú er komin við í nevndina, og kann hann

eisini veljast til formann, næstformann, skrivara ella kassameistara.

7) Stýrið hevur heimild at seta starvsnevndir.

8) Felagið verður bundið við tveimum undirskriftum, harav onnur skal vera annaðhvørt

formansins ella skrivarans.

§ 9. Skyldur stýrisins

1) Stýrið skal virka fyri at fremja tað, ið tí er álagt av aðalfundinum.

2) Stýrið skal føra gerðabók yvir stýrisfundirnar.3) Stýrið skal skrivliga boða til vanligan ársaðalfund við fjúrtan daga freist og leggja fram:

a) Ársfrágreiðing.

b) Grannskoðaðan roknskap. Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.

c) Uppskot til fíggjarætlan.

4) Stýrið skal boða til eykaaðalfund, tá ið átrokandi mál koma fyri, sum tað ikki heldur seg

hava heimild at greiða, ella eftir áheitan frá minst 20 av limum felagsins.

§ 10. Serdeildir

Serdeildir kunnu setast á stovn, tá ið tørvur er á hesum, ella tá í minsta lagi ein helmingur av

limunum í einari ávísari yrkisgrein krevur tað.

Stýrið setir trímannanevnd at gera uppskot til viðtøkur fyri serdeildir, ið verða at leggja fyri á

aðalfundi til góðkenningar við kvalifiseraðum meiriluta.

§ 11. Broytingar av lógum felagsins

Uppskot til lógarbroytingar skulu ganga um stýrið og viðgerast á árliga aðalfundinum. Til

samtykt av broytingaruppskotum krevst kvalifiseraður meiriluti.

Viðvíkjandi uratkvøðu verður víst til V. part í lógum felagsins.

§ 12. Samstarv við onnur feløg.

Felagið røkkur sínum endamáli gjøgnum egið virksemi, samstarv við onnur feløg og við

møguligum limaskapi í yvirskipaðum yrkisfelagsskapi.

Tað kann verða latið upp í hendurnar á serskildum yvirskipaðum yrkisfelagsskapi at røkja

áhugamál felagsins, millum annað eisini at taka við samráðingarrættinum.

Heimilað verður nevndini at taka neyðug stig í hesum sambandi og at bera tær útreiðslur, ið

standast av slíkum yvirskipaðum felagsskapi.

II. partur: Valviðtøkur

Niðanfyri tilskilaðu reglur eru galdandi fyri val og atkvøðugreiðslur í FVF og serdeildum

felagsins, um so er, at ikki aðrar reglur týðuliga og greitt eru ásettar í lógunum ella viðtøkunum

fyri tær ávísu deildirnar.

§ 1. Vanligur atkvøðumeiriluti

Har ikki annað er ásett, verða allar avgerðir at taka við vanligum atkvøðumeiriluta eftir hesum

reglum:

1) Verður bert atkvøtt um eitt uppskot, er hetta samtykt, tí tað fær fleiri atkvøður fyri enn ímóti,

uttan mun til, um atkvøðurnar fyri uppskotinum eru ein meiriluti av teimum, ið til staðar eru,

og sum hava atkvøðurætt.Stendur á jøvnum, verður málið at avgera við lutakasti, um so er, at atkvøðan snýr seg um val.

Í øðrum førum kann formaðurin fyri fundin, har atkvøðan fer fram, taka avgerð í málinum.

2) Tá atkvøtt verður um tvey uppskot, er tað uppskotið samtykt, sum fær flestar atkvøður, uttan

mun til, um atkvøðurnar fyri hesum uppskoti eru ein meiriluti av teimum, ið til staðar eru, og

sum atkvøðurætt hava.

Stendur á jøvnum, verður farið fram sum tilskilað í 1. petti.

3) Tá fleiri enn tvey uppskot eru sett fram, verður í fyrsta umfari atkvøtt um øll uppskotini.

Eftir fyrstu atkvøðugreiðslu fellur tað uppskotið burtur, ið fær fæstu atkvøðurnar. Hetta verður

um neyðugt at avgera við lutakasti. Síðan verður atkvøtt av nýggjum, til bert tvey uppskot eru

eftir. Hereftir verður atkvøðugreiðsla eftir teimum í stk. 2 tilskilaðu reglum.

§ 2. Kvalifiseraður meiriluti

1) Tá avgerð skal takast við kvalifiseraðum meiriluta, er samtykt treytað av, at minst 2/3 av

teimum, ið eru til staðar, og sum atkvøðurætt hava, atkvøða fyri uppskotinum.

2) Fær eitt uppskot ikki tann neyðuga kvalifiseraða meirilutan við fyrstu atkvøðugreiðslu, kann

fundarstjórin seta uppskotið undir atkvøðu av nýggjum til at vita, um tann neyðugi meirilutin

ikki kann fáast til vega.

3) Verða undir viðgerð av uppskoti, ið krevur kvalifiseraðan meiriluta, sett fram

broytingaruppskot, kunnu hesi verða samtykt við vanligum atkvøðumeiriluta og harvið føra til

broytingar í upprunaliga uppskotinum.

Broytta uppskotið skal tó hava kvalifiseraðan meiriluta fyri at verða samtykt.

§ 3. Lutfalsval á listum

Har lógir ella viðtøkur fyriseta val av fleiri enn einum persóni í senn, skal valið vera lutfalsval

á listum, uttan so er, at aðrar reglur týðuliga og greitt eru ásettar.

Fyri lutfalsval eru hesar reglur galdandi:

a) Ein listi kann hava fleiri ella færri nøvn enn talið á teimum, ið veljast skulu.

b) Eingin hevur skyldu at góðtaka uppstilling á einum lista, sjálvt um hann vil lata seg

velja á øðrum lista.

Tá greiddu atkvøðurnar eru upptaldar, tær persónligu atkvøðurnar á listanum íroknaðar,

eru hesar galdandi fyri, hvørjir ið valdir eru:

Talið av atkvøðum á hvørjum lista sær verður deilt við tølunum 1, 2, 3 o.s.fr.

Tey býtingartøl, ið koma burtur úr nevndu deiling, verða skipað eftir stødd, og fáa

listarnir menn valdar í teirri raðfylgju, býtingartølini lýsa.

Er talið á teimum, ið uppstillaðir eru á einum lista minni enn samanlagda talið á teimum,

ið veljast skulu, falla býtingartølini fyri henda listan burtur, tá allir menn á hesum lista

eru valdir.

Eru býtingartølini fyri tveir ella fleiri listar eins, verður avgjørt við lutakasti, hvør fyrst

fær mann valdan.

c) Atkvøðugreiðslan kann vera persónlig. Valevni, ið hvørt sær fáa fleiri persónligar

atkvøður enn tað atkvøðutal, ein kemur til, tá samlaða atkvøðutalið á listanum -persónligu atkvøðurnar íroknaðar - verður deilt við einum tali, sum er st¢rri enn talið av

persónum, listin hevur fingið valdar í alt, eru vald í raðfylgju svarandi til atkvøðutal

teirra.

Teir persónar, ein listi annars fær valdar, eru valdir í tí raðfylgju, teir eru settir á listan.

Verður persónur, ið uppstillaður er á fleiri listum, valdur, er hann at rokna sum valdur á

tí lista, har hann hevur fingið hægsta býtingartal. Navn hansara verður síðan strikað á

hinum listunum, og nøvnini á teimum, ið standa aftanfyri tann valda, flutt upp í

raðfylgjuna.

§ 4. Persónligt val

Eru øll valevnini uppstillað á einum og sama lista, verða tey vald inn við vanligum

atkvøðumeiriluta.

§ 5. Valbæri

Umframt møguligar serstakar reglur viðvíkjandi valbæri krevst, at hann, ið verður uppstillaður,

vil lata seg velja. Tað er skylda teirra, ið seta fram uppskot at prógva hetta, og skal fundarstjórin

vissa sær, at so er.

§ 6. Skrivlig og loynilig atkvøðugreiðsla

Ein og hvør, sum staddur er á fundi og hevur valrætt, kann, áðrenn valt verður, krevja, at

atkvøðugreiðslan verður skrivlig og loynilig.

III. partur: Limaskapsviðtøkur

§ 1. Upptøka av civil-, diplom, akademi- og teknikumverkfrøðingum og

persónum, ið lesa verkfrøði

1) Umsókn um upptøku verður at senda stýrinum skrivliga. Tá ið teir upplýsingar, sum krevjast,

eru fingnir til vega, ella prógvað er, at ongar atstøður eru, ið tala fyri, at umsóknin eigur at

verða løgd til aðalfundin, kann stýrið játta upptøku.

2) Stýrið kann sýta upptøku.

Tá so er, kann umsøkjarin krevja umsóknina lagda fyri fyrstkomandi aðalfund, ið kann játta

upptøku við vanligum meiriluta.

Umsøkjarin hevur rætt til at lata seg umboða av einum limi í felagnum undir viðgerðini av

málinum á aðalfundinum.

§ 2. Upptøka av øðrum persónum

1) Umsókn um upptøku frá persóni, ið sambært I. part, § 3, parti c, kann gerast limur í FVF,

verður at senda stýrinum skrivliga. Stýrið tekur avgerð um innliman, og kann kunna fyrst

komandi aðalfund um avgerðina.2) Innbjóðing at gerast limur sambært I. part, § 3, parti d, kann verða latin persónum, ið hava

virkað sum verkfrøðingar ella vísindamenn á ein hátt, ið er viðurkenning verd. Innbjóðing kann

verða latin, tá stýrið einmælt samtykkir tað, ella tá avgerð um hetta er tikin á aðalfundi við

vanligum meiriluta.

§ 3. Tilnevning av heiðurslimum

Heiðurslimir verða tilnevndir av aðalfundinum eftir tilmæli frá stýrinum.

Aðalfundurin tekur endaliga avgerð við kvalifiseraðum meiriluta.

§ 4. Um at siga seg úr felagnum

Limur kann bert siga seg úr felagnum við trimum mánaða skrivligari ávaring.

Tá limur sigur seg úr felagnum, hevur hesin skyldu til at rinda møguliga eftirstøðu beinanvegin.

Stýrið kann senda møguliga eftirstøðu til innheintingar

§ 5. Um at siga lim úr felagnum

1) Stýrið kann taka limarættin frá limi, um hesin misheldur limagjaldsskyldur sínar. Fyri limir

í eftirstøðu sí IV Partur, § 2.

2) Eisini kann limarætturin takast frá limi, um tað kann prógvast, at limurin við vilja hevur

skatt felagsins umdømi, og skal mannagongdin í slíkum føri vera henda:

Stýrið skal einmælt leggja fyri aðalfundin uppskot um at taka limarættin frá viðkomandi limi,

og kann uppskotið bert fremjast, um aðalfundurin viðtekur tað við kvalifiseraðum meiriluta.

IV. partur: Limagjaldsviðtøkur

§ 1. Gjaldstíð v.m.

Limagjaldið fellur til gjaldingar hvørt hálvár og verður innkravt í januar og í juli mánað.

Limir kunnu gera sær eina gjaldsskipan, har goldið verður oftari t.d. hvønn mánað, um bert

samlaða upphæddin yvir árið svarar til árslimagjaldið.

Limagjaldsskyldan hjá nýggjum limi fær gildi fyrsta hálvár, eftir at upptøka er endaliga framd.

Limur hevur skyldu til at ansa eftir, at hann rindar limagjald rættstundis og ikki kemur í

eftirstøðu

§ 2. Eftirstøður

Stýrinum er heimilað at taka limarættin frá limi, ið hevur størri eftirstøðu enn eitt ársgjald; men

stýrið kann tó, um so skal verða, veita limi longri gjaldsfreist.Stýrinum er ikki heimilað at avskriva limi eftirstøðu, uttan so er, at hesin samstundis missir

limarættin, og kann limur, ið á henda hátt fer úr felagnum, ikki vinna limarættin aftur, fyrr enn

eftirstøðan er goldin.

Stýrið kann senda eftirstøðu í limagjaldi til innheintingar.

§ 3. Limagjaldslætti

Stýrið kann veita einum limi munandi lætta í limagjaldinum, um hann vegna aldur ella av aðrari

av honum sjálvum ikki tilætlaðari orsøk hevur skerda ella onga inntøku.

Limur, sum fyri longri tíðarskeið uttan løn nemur hægri læru, kann eisini fáa hesar sømdir.

§ 4. Limagjøld

Aðalfundurin ásetir limagjaldið fyri eitt ár í senn.

Heiðurslimir lata ikki limagjald.

Limur, ið fyllir 67 ár, betalir 1/4 av limagjaldinum.

Limur ið býr, uttanlands, betalir 1/4 av limagjaldinum

Limur, ið eisini er limur í øðrum fakfelag, betalir 1/4 av limagjaldinum, sambært Partur 1 §3 stk g) og h)

Limagjaldi hjá lesandi verður ásett av stýrinum

V. partur: Uratkvøða

§ 1

Stýrið gevur aðalfundinum uppskot um lógar- og viðtøkubroytingar.

§ 2

Broytingar, sum á aðalfundi verða samtyktar við kvalifiseraðum meiriluta, verða skrivliga

gjørdar limunum kunnugar í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin.

§ 3

Limirnir eiga at taka støðu til broytingaruppskotið og svara innan ein mánað, eftir at teir

skrivliga hava fingið tað handað. Um ikki minst 20 limir, ið atkvøðurætt hava, krevja uppskotið

avgjørt við uratkvøðu, er hetta endaliga samtykt.

§ 4

Umframt henda møguleika fyri limirnar at fáa framt uratkvøðu, hevur eisini aðalfundurin

møguleika fyri at fáa eina lógar- ella viðtøkubroyting avgjørda við uratkvøðu; hetta kann

fremjast soleiðis:Um 25% av limunum á aðalfundinum eru ímóti eini samtyktari lóg, kunnu teir krevja uppskotið

lagt fyri á næstkomandi aðalfundi. Um vanligur meiriluti á aðalfundinum heldur henda

spurning vera átrokandi, kann hann krevja uratkvøðu um spurningin.

§ 5

Til at skipa fyri uratkvøðu verður ein fimmmannanevnd vald á árliga aðalfundinum.

Av hesum fimm skal ein vera úr stýrinum.

Stýrislimurin verður nevndarformaður.

§ 6

Uratkvøða skal verða seinast 6 vikur eftir, at kravið er sett.

§ 7

Uratkvøðuseðlar við spurningum verða sendir limunum til støðutakan, og atkvøðast skal »ja«

ella »nei«.

§ 8

Limirnir senda atkvøðuseðilin aftur í afturlatnum brævbjálva seinast 2 vikur eftir dagfesting.

§ 9

Nevndarlimirnir hava tøgnskyldu.

§ 10

Atkvøðuseðlarnir verða opnaðir á nevndarfundi, ið skal haldast skjótast møguligt, eftir at

freistin fyri atkvøðugreiðsluna er úti. Á hesum fundi skulu allir nevndarlimirnir vera til staðar.

§ 11

Nevndin fyri uratkvøðu skal á hesum fundi gera upp úrslitið av atkvøðunum og siga limunum

skrivliga frá.

Er meira enn helmingurin av teimum, ið atkvøtt hava, og meira enn 25% av limunum, ið

atkvøðurætt hava, ímóti uppskotinum, er tað fallið.

§ 12

Gerðabók verður førd fyri uratkvøðuna; nevndin skrivar undir gerðabókina, og

atkvøðuseðlarnir verða síðani gjørdir til einkis.

Samtyktar á aðalfundi í 2016.