Pallborðsfundur um verkfrøði og tøkni í Føroyum í 2019

Oprettelsesdato: Aug 20, 2019 12:52:39 PM

Hósdagin 22. august  kl 16-18 skipar Føroya verkfrøðingafelag fyri pallborðsfundi í Smæruni, J.C. Schrøtersgøta 6, Tórshavn. Umboð fyri allar politiskar flokkar taka lut.

Til umrøðu verða evnini: samferðsla og orka.

 

Endamáli við fundinum er at varpa ljós á og birta uppundir kjak um verkfrøði og tøkni í Føroyum. Fundurin verður skipaður við 2 stuttum framløgum og eftirfylgjandi pallborðskjaki. Høvi verður hjá áhoyrarum at seta spurningar

 

Orðstýrari verður Uni Arge.

Øll við áhuga fyri verkfrøði og tøkni eru vælkomin!