AKF og FMR gjørt tríara semju fram til 1. oktober 2022

Oprettelsesdato: Dec 09, 2020 7:49:59 PM

Akademikarafelag Føroya hevur gjørt tríára sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Mánaðarlønirnar hækka tann 1. oktober í 2019 við 2,56%, tann 1. januar 2021 við 2,05% og tann 1. oktober 2021 við 1,20%.

Semjan inniber, at bachelorstigin verður broyttur soleiðis at endalønin er lægri. Samstundis eru ásetingar um serfrøðingaviðbøtur og uppgávutengdar, tíðaravmarkaðar viðbøtur komnar inn í sáttmálan.

Í semjuni eru nýggjar ásetingar um arbeiði á fremmandum arbeiðsstaði, og ein mannagongd fyri meting av innihaldi og støði av útlendskum útbúgvingum.