Tíðindaskriv
Oprettelsesdato: Mar 21, 2018 2:29:42 PM
Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins leygardagin 17. mars, har upp móti 30 verkfrøðingar vóru møttir.
Á aðalfundinum ynsktu Michael Thomsen og Kári Lamhauge ikki at verða afturvaldir í nevndina, og í teirra stað vóru valdar Maria Chun Nielsdóttir og Súsanna Berg.
Leon Smith, ið hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram sum formaður. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Mariu Chun Nielsdóttir sum næstformanni, Fríðrik Heinesen sum skrivara, Jákup Mørkøre sum kassameistara, Leon Smith sum nevndarlimi og Bjarna Petersen og Súsannu Berg sum tiltakslimum.
Á aðalfundinum var eisini einmælt samtykt at útnevna Heina Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø til heiðurslimir í felagnum. Hesir tríggir stovnaðu saman við øðrum felagið fyri 50 árum síðan. Hesir tríggir eiga mangar varðar eftir seg kring landið, og hava teir verið við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna í dag. Felagið heiðraði teir við gávu, ið er gjørd á Grótvirkinum í Skopun.
Heini Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø, heiðurslimir í Verkfrøðingafelagnum
Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag: Jákup Mørkøre, Súsanna Berg, Fríðrik Heinesen, Arni Petersen, Leon Smith og Maria Chun Nielsdóttir. Bjarni Petersen vantar á myndini.