Føroya Verkfrøðingafelag luttekur á Nording 2022
Oprettelsesdato: Aug 17, 2022 9:1:20 AM
Í august 2021 vóru formaðurin og stjórin í Danska Verkfrøðingafelagnum IDA á vitjan hjá FVF har tosa var um ymiskt samstarv.
Sum uppfylging hevur FVF fingið innbjóðing at luttaka á Nording fundinum 2022, sum verður í Keypmannahavn 18. og 19. august.
Nording er ein árligur fundur millum norðurlendsku verkfrøðingafeløgini har londini greiða frá hvat í rørist í teirra londum á verkfrøðingaøkinum. Eisini er eitt árligt felags evni. Evni í 2022 er "Framtíðar arbeiðsmarknaðurin"
FVF hevur fingið boðið at greiða frá um Føroyar, Føroya Verkfrøðingafelag og tí vit arbeiða við.
Tey luttakandi á Nording eru forfólk og administrativir leiðarar í ymsu feløgunum. Tilssamans 16 fólk luttaka á Nording 2022 og eru tey frá feløgunum:
1. Ditt ingenjörs förbund (DIFF) - Finland
2. Føroya Verkfrøðingafelag (FVF) - Føroyar
3. Norges Ingeniør- og Teknologorganisasjon (NITO) - Noreg
4. Sveriges Ingenjörer - Svøríki
5. Tæknifræðingafelag Íslands (TFI) - Ísland
6. Verkfræðingafelag Íslands (VFÌ) - Ísland
7. Tekniska Föreningen i Finland (TFiF) - Finland
8. Ingeniørforeningen Danmark (IDA) - Danmark
9. Association of Nordic Engineers (ANE) - Norðurlendskur verkfrøðingafelagsskapur
Tey sum luttaka vegna FVF á hesum fyrsta fundinum verða Arni Petersen, forfólk, Gunn H. Møller, skrivari og umboð í AKF og Ingibjørg Berg, samskipari.
FVF sær hetta sum eitt gott høvið at fáa tættari samband við verkfrøðingafeløgini í hinum norðanlondunum, at hoyra hvat tey arbeiða við og fáa inspiratión til dagliga arbeiði í FVF.