Tíðindasavn‎ > ‎

TEMA dagur um orku og eykaaðalfundur

posted Apr 15, 2015, 5:20 AM by Leon Smith
Til allar limir. 

Sum áður boðað frá so skipar Verkfrøðingafelagið fyri TEMA degi um orku nú leygardagin 18.apríl.

Skrá

13:00 Eykaaðalfundur. Av tí at aðalfundurin ikki var viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur, har samtyktirnar frá aðalfundinum verða lagdar fram og tiknar til atkvøðugreiðslu .

13:30 TEMA dagurin byrjar í verkfrøðingahúsinum (Tvørgøta 3, Tórshavn)
13:35 Vit fara niðan í Húsahagan at hyggja at nýggju vindmyllulundini. Fólk frá SEV vísa runt.
14:30 Vit fara oman aftur í verkfrøðingahúsið
14:45: Framløga um orku. Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV leggur fram.
15:15: Spurningar, kjak og hugni
15:45 Liðugt

Børn og onnur avvarandi eru vælkomin við.

Hevur tú hug at lesa uppá, liggur nógv gott tilfar á heimasíðuni hjá SEV (www.sev.fo)

Av tí at vit fara at bestilla okkurt til matna, verða fólk biðin um at boða frá luttøku. Vinarliga boða frá innan hósdagin kl 16. Hetta kann gerast við at svara hesum t-posti. Eisini kann tú ringja ella SMS´a til Arna Petersen á 223360

Við verkfrøðingakvøðu
 
Stýrið
Comments