Tíðindasavn‎ > ‎

TEMA dagur um internet & aling 6.apríl

posted Mar 26, 2019, 9:11 AM by Arni Petersen

Føroya Verkfrøðingafelag skipar aftur fyri TEMA-degi leygardagin 6. apríl, 2019 frá kl 12.30 til uml 18.00. Fyri at kunna skipa felags koyring frá Verkfrøðingahúsinum, vinarliga boða frá luttøku innan týsdagin 2. apríl kl. 12. Boðast kann frá, við at svara hesum t-posti, á facebookbólkinum hjá FVF ella hjá Arna Petersen á tlf: 223360

 

Vit gera ein hugnaligan túr, har hugt verður nærri at tveimum evnum við verkfrøðingabrillum. Evnini hesuferð eru internet & aling. Geografiskt gongur leiðin fyrst til Funningsfjarðar at hyggja at, har tann eini internet kaðalin kemur á land. Síðani fara vit til Hellurnar at vitja sermerktu húsini hjá Justinus Eidesgaard ( https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=75858) Vit enda túrin á nýliga útbygdu smoltstøðini hjá MOWI (http://marineharvest.fo/).

 

At vísa runt í Funningsfirði og greiða frá um internetið í Føroyum kemur Michael Thomsen KT leiðari hjá Føroya Tele (www.ft.fo)

 

At greiða frá um sítt virksemi innan aling kemur Bergur Andreasen stovnari og eigari av fyritøkuni FaroeSea. Bergur fer at siga frá um tíðina tá hann kom inn í alivinnuna í 1997, um upp og niðurtúrar innan hesa vinnu og síðani um at stovna og reka fyritøkuna hjá sær Faroe Sea (www.faroesea.com)

 

Justinus Eidesgaard fer á túrinum at siga frá um húsini hjá sær og á smoltstøðini fer onkur frá MOWI at vísa runt

 

Skráin verður:

12.30 Møta í Verkfrøðingahúsinum í Tvørgøtu 3 og koyra tá øll eru komin

13.30 Hyggja inn í húsið í Funningsfirði har internetkaðalin kemur á land

14.15 Michael Thomsen FT fortelur um internet í húsunum hjá Justinus Eidesgaard á Hellunum

14.45 Justinus Eidesgaard fortelur um húsini hjá sær

Ca 15.00 Vit fara yvir á smoltstøðina á Hellunum

15.15 Bergur Andreasen frá FaroeSea fortelur um sítt virksemi

16.00 Rundtúr á smoltstøðini. MOWI

17.00 Fara av Hellunum til Verkfrøðingahúsið aftur

ą
Arni Petersen,
Mar 26, 2019, 9:11 AM
Comments