Til allar verkfrøðingar. Skipa verður fyri
TEMA degi um ljóð (og óljóð) leygardagin 31. oktober. Hesuferð gongur
leiðin til Gøtu har vit hoyra og hyggja at føroya stórsta ljóðføri
umframt at fáa ein spennandi fyrilestur um ljóð og óljóð, serliga í
rúmum og bygningum. Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til ella ringja til Arna Petersen (arnipetersen@gmail.com) á 223360 innan mikudagin 28.
oktober. Skrá: 13.00 Fráferð við bussi frá FVF húsinum 14.15 Koma til Gøtu kirkju Spælt verður uppá orglið 14.30 Fyrilestur um ljóð (og óljóð) Jóhannes Steingrund frá Steingrund Akustik (www.steingrund.com) Vit hyggja nærri at orglinum í Gøtu kirkju 16.00 Ábit í Syðrugøtu. Um veðrið er gott ganga vit yvir. 17.00 Bussur fer úr Syðrugøtu 18.00 Aftur í FVF húsinum Frá TEMA degnum um orku á Húsareyni 18.apríl tá Terji og Finn greiddu so væl frá. |
Tíðindasavn >