Hósdagin 22. august kl 16-18 skipar Føroya verkfrøðingafelag fyri pallborðsfundi í Smæruni, J.C. Schrøtersgøta 6, Tórshavn. Umboð fyri allar politiskar flokkar taka lut. Til umrøðu verða evnini: samferðsla og orka. Endamáli við fundinum er at varpa ljós á og birta uppundir kjak um verkfrøði og tøkni í Føroyum. Fundurin verður skipaður við 2 stuttum framløgum og eftirfylgjandi pallborðskjaki. Høvi verður hjá áhoyrarum at seta spurningar Orðstýrari verður Uni Arge. Øll við áhuga fyri verkfrøði og tøkni eru vælkomin! |
Tíðindasavn >