Tíðindasavn‎ > ‎

IDA vitjar Føroya Verkfrøðingafelag

indsendt 18. aug. 2021 06.45 af Arni Petersen
Fríggjadagin 13. august 2021 var formaðurin í IDA, Thomas Damkjær Petersen og dagligi leiðarin í IDA Carl Aage Dahl á vitjan í Tvørgøtu 3.

Endamálið við vitjanini var at tosa um eina samstarvsavtalu um gestalimaskap millum feløgini bæði. Henda avtala inniber at limir í einum av feløgunum kunnu fara til hitt landið og gerast gestalimir um teir eru í fyribils ella í starvi styttri enn 2 ár. Um ein limur úr t.d FVF fer í starv í Danmark kann hann ígjøgnum sín limaskap í FVF gerast gestalimur í IDA og fáa teir sosialu og fakligu ágóðar sum IDA hevur at bjóða. Sama er galdandi um IDA limur kemur til Føroya. Avtalan var gjøgnumgingin og skulu nakrar smærri tillagingar gerast áðrenn hon verður undirskriva. 

Eftir fundin fyrrapartin varð farið út á Fróðskaparsetur Føroya har vit ótu frokost og Bárður A. Niclasen undirvísingarleiðari í verkfrøði greiddi frá um verkfrøðingaútbúgvingarnar sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út.

Síðani varð farið niðan á Glasir har Egon Øregaardvísti, tekniskur leiðari vísti bygningin fram og fortaldi um tær útbúgvingar sum húsast har.  

At enda varð farið inn í Eysturoyartunnilin har Einar Brimnes verkfrøðingur í RÀÐ fortaldi og vísti okkum tunnilin, pumpuskipanina og tær teknisku installatiónir sum eru í hesum tunnili. 
ą
Arni Petersen,
18. aug. 2021 06.45
ą
Arni Petersen,
18. aug. 2021 06.45
ą
Arni Petersen,
18. aug. 2021 06.45
ą
Arni Petersen,
18. aug. 2021 06.45
Comments