Tíðindasavn‎ > ‎

Framløga av Ph.d. verkætlan um streymveiting í Føroyum

indsendt 30. jun. 2022 07.26 af Arni Petersen
Fríggjadagur 01.07.2022, kl. 15:00, Kongshøll
Helma Maria Tróndheim

Helma Maria Tróndheim vardi sína ph.d grad í Løkshøll tann 24. juni innan orkutøknifrøði við heitinum "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum". Í tí sambandi  bjóða SEV og Føroya Verkfrøðingafelag til eina framløgu við støði í ph.d. ritgerðini. Eisini fer Hákun Djurhuus at greiða frá teimum teknisku verkætlanum, sum SEV hevur verið og í løtuni er partur av. Framløgurnar eru almennar og verða á føroyskum.

Tiltakið verður í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin 01.07.2022, kl 15.

Um ph.d verkætlanina

Helma Maria hevur granskað í hvussu vit kunnu tryggja eina álítandi og støðuga elveiting, tá 100% av orkukeldunum eru burðardyggar og í ávísan mun óstøðugar. Grøna kósin fram ímóti eini 100% burðardyggari elorkuframleiðslu á landi í 2030 hevur við sær ta avbjóðing, at tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tongdar at veðrinum og goymslumøguleikum. Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskiftið á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Comments