Tíðindasavn‎ > ‎

Ársaðalfundur 17. mars 2018

posted Mar 1, 2018, 9:16 AM by Leon Smith
Ársaðalfundur verður tann 17. mars 2018 kl 14.00 í hølum felagsins.

Skrá:
1) Val av orðstýrara.
2) Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
3) Frágreiðing frá stýrinum.
4) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
5) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.
6) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.
7) Val av stýrislimum og tiltakslimum.
8) Val av grannskoðarum.
9) Ymiskt.

Viðv. 5:
Stýrið mælir til at fundurin tilnevnir Páll Mikkelsen, Heina Olsen og Hans Biskopsstø at verða heiðurslimir.

Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!

Møtið fjølment!
Comments