Føroya Verkfrøðingafelag
hevði aðalfund í hølum felagsins mikudagin 3. juni. Fundurin var merktur av
korona støðuni, og limir høvdu tí eisini møguleika at fylgja við fundinum á
internetinum.
Rættiliga nógv virksemi
hevur verið hetta árið. Skipað var fyri einum politiskum valfundi um samferðslu
og orkuviðurskifti, umframt at fleiri faklig tiltøk hava verið kring landið
fyri limirnar.
Avtala er eisini gjørd við donsku heimasíðuna Ingeniøren (www.ing.dk), so limir í felagnum nú hava atgongd til alt innihaldið á síðuni. Á aðalfundinum vóru Arni Petersen og Lovisa Petersen Glerfoss vald í nevndina, og Óluva Vang var vald sum tiltakslimur. Eftir aðalfundin
skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss
sum næstformanni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum
kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Óluvu Vang
sum tiltakslimum.
Nevndin ætlar at seta fokus á verkfrøðiyrki. Við at
skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum, fáa limir
møguleika at luttaka og at byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í
landinum. Tískil var eisini latið upp fyri á aðalfundinum, at verkfrøðingar, ið
arbeiða innan onnur sáttmálaøki, og verkfrøðingar, ið arbeiða uttanlands, kunnu
hava ein atknýttan limaskap í felagnum, har høvið er at luttaka til sosial og
faklig tiltøk í felagnum. Meiri fast at vita um hendan møguleikan, við at venda
sær til felagið. |
Tíðindasavn >