Tíðindasavn‎ > ‎

Ađalfundurin hjá Føroya Verkfrøđingafelag 2021

indsendt 14. mar. 2021 09.54 af Arni Petersen

Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins leygardagin 13.mars. Fundurin varđ eisini stroymdur, so limir iđ ikki høvdu møguleika at koma til Havnar á fund høvdu møguleika at fylgja viđ á internetinum.

Farna áriđ hevur veriđ merkt av korona støđuni á tann hátt at tađ hevur veriđ trupult at savnast tiltiltøk. Árliga ólavsøkuhaldi var tó eitt undantak har 50 gestir vóru á gátt.

Føroya Verkfrøđingafelag hevur avtalu við donsku heimasíðuna Ingeniøren (www.ing.dk), so limir í felagnum hava atgongd til alt innihaldið á síðuni. 
Sum nakađ nýtt er í ár eisini gjørd avtala um at limir og arbeiđspláss hjá limum kunnu fáa munandi avsláttur á hald av PRO-medier hjá Ingeniøren. PRO-medier eru meira fakliga málrættađir tíđinda og vitanarportalar innan verkfrøđingayrkiđ.

Á aðalfundinum vóru Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg og Bjarni Petersen vald í nevndina. Albert Pætursson var vald sum tiltakslimur. 

Eftir aðalfundin skipaði stýriđ seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstforkvinnu, Gunn Hanusardóttir Møller sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum. 

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftara rađ f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremra rađ f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen.

Stýriđ vil seta fokus á verkfrøðiyrkiđ.
Við at skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum, fáa limir møguleika at luttaka og at byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í landinum. Møguleiki er eisini hjá føroyskum verkfrøđingum sum eru búsitandi uttanlands og verkfrøđingum sum starvast innan onnur sáttmálaøki í Føroyum at gerast atknýttir limir í felagnum. Eisini er nú møguleiki hjá verkfrøđislesandi bæđi á Fróđskaparsetrinum og uttanlands at gerast limir í Føroya Verkføđingafelag

ą
Arni Petersen,
14. mar. 2021 09.54
Comments