Tíðindasavn


 

Opið hús ólavsøkuaftan

posted Jul 24, 2018, 6:27 PM by Leon Smith

Føroya Verkfrøðingafelag hevur opið hús ólavsøkuaftan.
Limir við familju og verkfrøðilesandi eru vælkomin til ein bita og onkrum afturvið.
 
Húsið er opið frá kl. 14:00.
 
Vit vóna at siggja mong til hetta hugnaliga tiltakið.
 
Vinarliga
FVF/nevndin

Tíðindaskriv

posted Mar 21, 2018, 7:29 AM by Leon Smith   [ updated Mar 21, 2018, 7:49 AM ]

Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins leygardagin 17. mars, har upp móti 30 verkfrøðingar vóru møttir.

Á aðalfundinum ynsktu Michael Thomsen og Kári Lamhauge ikki at verða afturvaldir í nevndina, og í teirra stað vóru valdar Maria Chun Nielsdóttir og Súsanna Berg.

Leon Smith, ið hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram sum formaður. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Mariu Chun Nielsdóttir sum næstformanni, Fríðrik Heinesen sum skrivara, Jákup Mørkøre sum kassameistara, Leon Smith sum nevndarlimi og Bjarna Petersen og Súsannu Berg sum tiltakslimum.

Á aðalfundinum var eisini einmælt samtykt at útnevna Heina Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø til heiðurslimir í felagnum. Hesir tríggir stovnaðu saman við øðrum felagið fyri 50 árum síðan. Hesir tríggir eiga mangar varðar eftir seg kring landið, og hava teir verið við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna í dag. Felagið heiðraði teir við gávu, ið er gjørd á Grótvirkinum í Skopun.



Heini Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø, heiðurslimir í Verkfrøðingafelagnum


Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag: Jákup Mørkøre, Súsanna Berg, Fríðrik Heinesen, Arni Petersen, Leon Smith og Maria Chun Nielsdóttir. Bjarni Petersen vantar á myndini.





Ársaðalfundur 17. mars 2018

posted Mar 1, 2018, 9:16 AM by Leon Smith

Ársaðalfundur verður tann 17. mars 2018 kl 14.00 í hølum felagsins.

Skrá:
1) Val av orðstýrara.
2) Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
3) Frágreiðing frá stýrinum.
4) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
5) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.
6) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.
7) Val av stýrislimum og tiltakslimum.
8) Val av grannskoðarum.
9) Ymiskt.

Viðv. 5:
Stýrið mælir til at fundurin tilnevnir Páll Mikkelsen, Heina Olsen og Hans Biskopsstø at verða heiðurslimir.

Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!

Møtið fjølment!

Stýrið skipað

posted Mar 18, 2017, 12:31 PM by Leon Smith   [ updated Mar 18, 2017, 12:33 PM ]

Stýrið varð skipað á stýrisfundi tann 17. mars 2017.

 Leon Smith, Formaður, Michael Thomsen, næstformaður, Jákup Mørkøre, Kassameistari, Fríðrik Heinesen, stýrislimur, Arni Petersen, stýrislimur.


Bjarni Petersen & Kári Lamhauge, varalimir.

Ársaðalfundur 11. mars 2017

posted Feb 23, 2017, 3:52 PM by Leon Smith

Ársaðalfundur verður tann 11. mars 2017 kl 14.00 í hølum felagsins.

Skrá:
1) Val av orðstýrara.
2) Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
3) Frágreiðing frá stýrinum.
4) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
5) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.
6) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.
7) Val av stýrislimum og tiltakslimum.
8) Val av grannskoðarum.
9) Ymiskt.

Viðv. 5:
Stýrið leggur fram uppskot um at FVF fer uppí P/F Fakfelag sum eigur 50% av LÍV.

Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!

Møtið fjølment!

Ársaðalfundur 19. mars 2016

posted Mar 1, 2016, 12:33 PM by Leon Smith   [ updated Mar 1, 2016, 1:37 PM ]

Ársaðalfundur verður tann 19. mars 2016 kl 14.00 í hølum felagsins.

Skrá:
1) Val av orðstýrara.
2) Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
3) Frágreiðing frá stýrinum.
4) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
5) Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.
6) Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.
7) Val av stýrislimum og tiltakslimum.
8) Val av grannskoðarum.
9) Ymiskt.

Viðv. 5:
Stýrið hevur gjørt uppskot til broytingar í lógum felagsins.
Leinkja til Uppskot um lóg FVF 2016 finnst niðast á siðuni um Lógir. Broytingar í lógartekstinum eru merktar við gulum.

Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!

Møtið fjølment!

Tema dagur ljóð (og óljóð)

posted Oct 23, 2015, 1:17 PM by Leon Smith   [ updated Nov 13, 2015, 5:44 AM ]

Til allar verkfrøðingar.

Skipa verður fyri TEMA degi um ljóð (og óljóð) leygardagin 31. oktober. Hesuferð gongur leiðin til Gøtu har vit hoyra og hyggja at føroya stórsta ljóðføri umframt at fáa ein spennandi fyrilestur um ljóð og óljóð, serliga í rúmum og bygningum. Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til ella ringja til Arna Petersen (arnipetersen@gmail.com) á 223360 innan mikudagin 28. oktober.

Skrá:

13.00 Fráferð við bussi frá FVF húsinum

14.15 Koma til Gøtu kirkju

Spælt verður uppá orglið 

14.30 Fyrilestur um ljóð (og óljóð) Jóhannes Steingrund frá Steingrund Akustik  (www.steingrund.com)

Vit hyggja nærri at orglinum í Gøtu kirkju 

16.00 Ábit í Syðrugøtu. Um veðrið er gott ganga vit yvir.

17.00 Bussur fer úr Syðrugøtu

18.00 Aftur í FVF húsinum


Frá TEMA degnum um orku á Húsareyni 18.apríl tá Terji og Finn greiddu so væl frá.

Opið hús Ólavsøkuaftan

posted Jul 27, 2015, 3:11 AM by Leon Smith

Limir við familju eru sum vant bjóðaði til ein bita og okkurt afturvið Ólavsøkuaftan.
 
Húsið er opið frá kl. 14:00.
 
Vit vóna at siggja mong av tykkum til hetta hugnaliga tiltakið.
 
Vinarliga
FVF /Stýrið

Stýrið skipað

posted May 12, 2015, 11:31 AM by Leon Smith   [ updated May 12, 2015, 11:36 AM ]

Stýrið varð skipað  á stýrisfundi tann 7. mai 2015.

Leon Smith, formaður
Michael Thomsen, næstformaður
Jákup Mørkøre, Kassameistari
Fríðrik Heinesen, stýrislimur
Arni Petersen, stýrislimur
Dánjal Petur Nielsen & Kári Lamhauge, varalimir

TEMA dagur um orku og eykaaðalfundur

posted Apr 15, 2015, 5:20 AM by Leon Smith

Til allar limir. 

Sum áður boðað frá so skipar Verkfrøðingafelagið fyri TEMA degi um orku nú leygardagin 18.apríl.

Skrá

13:00 Eykaaðalfundur. Av tí at aðalfundurin ikki var viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur, har samtyktirnar frá aðalfundinum verða lagdar fram og tiknar til atkvøðugreiðslu .

13:30 TEMA dagurin byrjar í verkfrøðingahúsinum (Tvørgøta 3, Tórshavn)
13:35 Vit fara niðan í Húsahagan at hyggja at nýggju vindmyllulundini. Fólk frá SEV vísa runt.
14:30 Vit fara oman aftur í verkfrøðingahúsið
14:45: Framløga um orku. Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV leggur fram.
15:15: Spurningar, kjak og hugni
15:45 Liðugt

Børn og onnur avvarandi eru vælkomin við.

Hevur tú hug at lesa uppá, liggur nógv gott tilfar á heimasíðuni hjá SEV (www.sev.fo)

Av tí at vit fara at bestilla okkurt til matna, verða fólk biðin um at boða frá luttøku. Vinarliga boða frá innan hósdagin kl 16. Hetta kann gerast við at svara hesum t-posti. Eisini kann tú ringja ella SMS´a til Arna Petersen á 223360

Við verkfrøðingakvøðu
 
Stýrið

1-10 of 16